Trý mál hava serliga stóran týdning

Varaborgarstjórin á Tvøroyri stillar upp til løgtingið. Hann heldur, at hendan samgongan, hevur gjørt eitt gott fyri Føroyar

Tað eru serliga trý mál, sum tað eru týdningarmikið hjá samgonguni, sum tekur við eftir valið, at fáa í rættlag.

 

Tað heldur Bjarni Hammer, býráðslimur, og varaborgarstjóri á Tvøroyri. Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið avdúkaði hann, at hann er eitt av valevnunum á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Hetta er fyrstu ferð, hann stillar upp til løgtingsval og hann heldur, at tað samgongan, sum tekur við eftir valið, hevur serliga trý høvuðsmál.

 

Fyrsta stórmálið er at broyta skattaskipanina, so at vit fara burtur frá flatskattinum, til eina skipan, sum líkist gomlu skipanini, har tey, sum forminna minst, eisini rinda minni í skatti, og har tey, sum hava hægri løn, eisini rinda meiri í skatti.

 

Annað stórmálið er at seta eina nýggja pensjónsskipan í verk, har Samhaldsfasti skal styrkjast munandi við tí endamáli at tryggja øllum eina góða pensjón.

 

Og triðja stórmálið er gera eina fiskivinnunýskipan og í hesum sambandi staðfestir Bjarni Hammer, at tað er neyðugt at gera greitt, hvørjar treytir, landið skal seta, tá ið fiskiloyvi verða sett til sølu.

 

- Skulu tey sum keypa, fáa fríar ræsur at gera við fiskin, sum tey vilja og skulu tey kunna senda alt av landinum?

 

- Eg haldi vit mugu tryggja, at sum mest av fiskinum verður avreiddur um føroyskan bryggjukant. Men síðani eigur eitt tilfeingisgjald at verða lagt á, alt eftir, hvussu nógv fiskurin verður virðisøktur í Føroyum. Meiri fiskurin verður virðisøktur í Føroyum, lægri skal tilfeingisgjaldið vera, heldur Bjarni Hammer.

 

- Verður fiskurin virðisøktur í Føroyum, verður tilfeingisgjaldið lágt, men verður hann sendur óvirkaður av landinum, verður tað høgt.

 

Bjarni Hammer sigur, at tað skal vera ein fyrimunur at virka fiskin í Føroyum, og at skapa arbeiði her, tí ein trupulleiki, at tað eru ov fá arbeiðspláss í fiskiídnaðinum á landi.

 

- Arbeiðið er ikki nóg støðugt, stóran part av árinum hava fólk onki at gera, tí virkini fáa onga rávøru.

 

Bjarni Hammer heldur, at atfinningarnar at sitandi samgongu koma ikki burtur úr ongum.

 

Men hann heldur, at hendan samgongan hevur í hvussu so er gjørt eitt gott. Og tað er, at hon hevur fingið fólkið at reisast og at krevja eina nýggja kós í føroyskum politikki.

 

- Tá ið fólk verða traðkað á, kunnu tey verða liggjandi og lata seg kúga. Men tey kunnu eisini reisa seg og berjast ímóti. Og førdi politikkurin seinastu árini, hevur fingið føroyingar at rakna við og nú er ongin vegur aftur, tí tað er týðiligt, at føroyingar krevja ein nýggjan politikk, sigur Bjarni Hammer.