Trý línuskip landa mánadagin

Streymurin verður hampiligur, men veðrið verður ikki av tí besta í næstu viku.

 

Trý línuskip koma inn at landa mánadagin. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu, og væntandi verða nøgdirnar av toski tær størstu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit í dag at siga, at trý av teimum smærru línuskipunum eru nýliga byrjaði.

 

- Hesi skipini fiska tosk og hýsu og landa helst síðst í næstu viku.

 

Væntandi landar eitt línuskip aftrat síðst í næstu viku, og veiðan hjá hesum skipi er mest mest toskur og hýsa.

 

- Restin av línuflotanum er nýliga byrjaður túr ella fer út í næstum.

 

Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður hampiligur, men veðrið verður ikki av tí besta.

 

- Tí verður ikki roknað við stórvegis útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.