Trý línuskip landa hesa vikuna

Útlitini til útróður eru góð, tí bæði streymur og veðurlíkindini eru til vildar hesa vikuna.

Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar um landingar hesa vikuna, vóru bara trý línuskip til fiskiskap. Eitt skip var undir Íslandi, og eitt var undir Føroyum.

 

- Skipini undir Føroyum fiska mest tosk og hýsu, meðan skiipið, sum fiskar undir Íslandi, fær blandaða veiði, tó mest av toski. Vit vænta, at hesi trý skipini landa fyrst í hesi vikuni.

 

Eitt annað línuskip, sum frystir veiðina umborð, fiskar eisini undir Føroyum í løtuni.

 

Fríggjadagin væntaði Fiskamarknaður Føroya, at fleiri skip fóru at loysa um vikuskiftið.

 

Útlitini til útróður eru góð, tí bæði streymur og veðurútlit eru til vildar.

 

- Vit vænta tí nakað av útróðrarfiski hesa vikuna, og talan verður helst um tosk og hýsu, sigur marknaðurin.