Teir tríggir mennini,r sum vórðu tiknir í Osloumráðnum tíðliga í morgun, eru norskir ríkisborgarar. Ein av monnunum er føddur í Somalia og hinir báðir í gamla Jugoslavia. Teir eru 29, 27 og 24 ára gamlir.
Jan Glent hjá norsku løgregluni sigur við fjølmiðlarnar, at tveir av monnunum hava verið við í krígnum í Sýrialandi. Hann vil ikki siga, um menninir eru dømdir fyrr.
Sagt verður, at løgreglan hevur tikið teir tríggjar menninar, tí teir hava brotið lógargreinina um luttøku í ella stuðul til ein yvirgangsfelagsskap. Sambært løgregluni er illgruni um, at tveir av teimum tiknu hava virkað sum fremmandahermenn í Irak og Sýrialandi.
Eftir at hava kannað málið er niðurstøðan hjá norsku myndugleikunum, at teir tríggir menninir eru ein hóttan ímóti Noregi og landsins sameindu. Menninir skulu avhoyrast í dag og eru varðhaldsfongslaðir til í morgin.