Trý fólk svóvu í brummuni í nátt

- Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, og her vóru eisini fleiri, ið vóru so drukkin, at tey ikki megnaðu at taka sær av sær sjálvum, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at nógv fólk var í býnum í Havn á mentanarnáttini, sum var í gjár.

 

- Vit løgdu serliga til merkis, at nógv fólk vóru so deyðadrukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi og høvdu brúk fyri hjálp.

Neyðugt var tískil hjá løgregluni at hjálpa fleiri á føtur aftur, sum lógu avdottin kring um í býnum.

 

- Tey, sum vistu, hvar tey hoyrdu heima, vórðu koyrd til hús, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Trý fólk vórðu eisini tikin við inn á støðina at sova rúsin av sær.

 

- Ein teirra hevði verið so ólátaður í býnum, at viðkomandi er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og fær eina bót við sær heim aftur av støðini.

Løgreglan letur annars væl at náttini, tí tað sum heild var rættiliga friðarligt, tó at nógv fólk var í býnum, og nógv vóru rættiliga drukkin.

 

Í Sørvági er countryfestivalur, og her er sum skilst eisini nógv fólk, men haðani hevur løgreglan onga fráboðan fingið um nakað sum helst í nátt.

 

- So, í Sørvági hava fólk eftir øllum at døma bara verið við tí góða lagnum, og vónandi verður tað eisini soleiðis í kvøld, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.