Í einum stórum løgregluátaki í morgun eru tríggir persónar handtiknir í Danmark. Teir verða skuldsettir fyri brot á lógargreinina um yvirgang.
Tað upplýsir sjefpolitiinspektørurin og operativur stjóri í PRT, Flemming Drejer, á tíðindafundi nú á middegi. Saman við honum er leiðandi politiinspektørurin og stjóri í tilbúgvingini hjá løgregluni í Keypmannahavn, Peter Dahl.
Harumframt er ein persónur eisini handtikin í Hollandi.
– Vit hava sent boð eftir tykkum, tí at PET í morgun hevur framt eitt átak, har málið var at handtaka tríggjar persónar og fremja ein røð av rannsóknum ymsastaðni í landinum, sigur Flemming Drejer.
Hann vil einki siga um mál og motiv, men »tað eru træðrir til bandaumhvørvið, til forbodna bandan LTF (Loyal To Familia, red.), persónar, sum eru í Danmark og uttanlands«, verður sagt.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##