Trý fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum

- Vegurin um Velbastaðháls er opin aftur, og Landsverk hevur verið og saltað, sigur løgreglan.

Seint seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, har tveir bilar gjørdust partur av óhappinum.

 

Løgregla, sjúkrabilar og sløkkilið vóru send á staðið, og trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

 

- Vit vita ikki, hvussu álvarsligir likamligu skaðarnir eru, men vónandi tekur hetta seg væl út, sigur løgreglan.

 

Báðir bilarnir fingu stórar materiellar skaðar.

 

Vegurin á Velbastaðhálsi var stongdur í umleið ein tíma eftir óhappið, men er nú opin aftur.

 

Løgreglan sigur, at hetta var eitt hálkuóhapp, og nú hevur Landsverk verið og saltað.