Trý fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Í gjárkvøldið var eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

 

Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið hendi eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, stutt frá tunnilismunnanum.

 

Ein bilførari misti brádliga tamarhaldið á bilinum og tað andaði við, at bilurin bóltari runt á vegnum, men endaði aftur á hjólunum.

 

Trý fólk vóru í bilinum og umframt at senda boð eftir sjúkrabilum, mátti sløkkilið eisini á staðið at klippa bilin upp, fyri at fáa fólkini úr bilinum, so trygt, sum tilbar.

 

Tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tó at onkur teirra vóru rættiliga skelkað, og máttu fáa sálarliga kreppuhjálp, høvdu tey ikki fingið mein av óhappinum, sigur løgreglan.

 

Fólkini vórðu tó innløgd á Landssjúkrahúsið í nátt til eygleiðingar, men løgreglan heldur, at tá ið hugsað verður um, hvussu ógvusligt óhappið var, vóru tey ómetaliga heppin, at tey sluppu so væl, sum tey gjørdu.