Trý føroysk nøvn á Iceland Airwawes

Tá stóri, íslendski tónleikafestivalurin Iceland Airwawes verður í døgunum 30. oktober til 3. november, verða eisini Føroyar umboðaðar.

 

 

Tónleikafestivalurin hevur í dag boðað frá, at trý tónleikanøvn úr Føroyum fara at framføra á festivalinum.

 

 

Tað eru Eivør, Marius og Byrta, sum verða at síggja og hoyra á Iceland Airwawes 2013.

 

 

Bólkurin Byrta vann kappingina Væl á veg í ár, har vinningurin er at luttaka á íslendska festivalinum. Umboð fyri G! festivalin og aðrar útlendskar festivalar atkvøddu fyrr í summar fyri, hvør skuldi vinna prísin, og tá avtornaði bleiv tað Byrta, sum fekk flestu atkvøðurnar.

 

 

Tónleikafestivlurin, sum er blivin víðakendur, er í fimm dagar í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.