Trý eru deyð eftir skotálop í París

Ein 69 ára gamal maður er handtikin

Ein vápnaður maður við fronskum ríkisborgaraskapi hevur í dag skotið í franska høvuðsstaðnum.

 

Løgreglan, sum í løtuni kannar málið, hevur boðað frá, at tey hvørki kunna vátta ella avsanna um skjótingin hevði eitt rasistiskt endamál. Tað skrivar Reuters.

 

Maðurin, ið er handtikin í samband við skjótingina er nýliga vorðin leyslatin. Fyri einum ári síðani leyp hann á eina flottafólkalegu við einum svøri. Tað skrivar BBC.

 

Løgreglan bað um 12 tíðina øll um at halda seg burtur frá økinum tætt við Rue d'Enghien, ið liggur fimm kilometrar frá eiffeltorninum.