Trý børn fingið virðisløn frá Karsten Hansen

Í morgin leggja øll sigarettina á hillina

Í morgin er 31. mai. Men umframt at vera sunnudagur, er dagurin í morgin eisini altjóða, roykfríur dagur.

 

Í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið havt eina teknikapping fyri børn, har tey skuldu tekna eina tekning ímóti royking. 

 

Fríggjadagin vórðu allar tekningarnar vístar fram á Torginum í SMS og tá varð eisini

avdúkað, hvør hevði vunnu teknikappingina.

Kappast var í trimum aldursbólkum. Ein kapping var fyri børn í aldrinum 11 til 14 ár, ein var fyri børn í aldrinum sjey til 10 ár og ein kapping var fyri børn undir sjey ár.

 

Og fríggjadagin var vinnarin í hvørjum bólki avdúkaður, og teir tríggir vinnararnir fingu eina viðurkenning frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum. 

 

Og Karsten Hansen sigur, at tað sær út til, at átøkini, sum verða gjørd ímóti royking, hjálpa. Hann sipar til, at ein kanning hevur víst, at tey, sum roykja dagliga, eru nú 22 prosent av teimum vaksnu í Føroyum, men kanningar, sum eru gjørdar fyrr, vísa, at tá royktu 28 prosent av teimum vaksnu.

 

Tann, sum vann teknikappingina í tí elsta bólkinum, sum vóru børnini ímillum 11 og 14 ár, var Fríða Rein, Nólsoy, sum er 11 ára gomul. Dómsnevndin sigur, at hon hevur lagt dent á umhvørvið og at tað ikki verður dálkað við royki. Tað er avmyndað við jarðarknøttinum, sum sigur: “Bjargið mær – Góði steðgið at roykja”.

 

- Hesin bólkur hevur verið eitt serstakt mál hjá Fólkaheilsuráðnum og nýliga hevur Folkaheilsuráðið vitjað allar fimtu flokkarnar í landinum, har tey hava varpað ljós á royking.

 

Í hesum sambandi hava tey serliga tosað um bólkatrýst, og um, hvussu børn og  ung kunnu verða mestsum happað til at roykja, hóast tey innast inni, ikki vilja tað sjálvi. Hetta er eitt átak, sum gongur undir navninum, “Mín besti vinur”.

 

Vinnarin í bólkinum fyri børn ímillum 7 og 10 ár, var Helena Joensen í Saltangará. Hon hevur teknað eina gentu við svarta beltinum í karate, sum hegnisliga fær sigarettina at bogna undan karatusparkinum.

 

- Her er ein serligur dynamikkur í myndini, sum lýsir so væl stríðið móti royking, har orka og snildi skulu gera okkum heilt roykfrí, sigur dómsnevndin um tekningina hjá henni.

 

Tað, sum uttan iva hevur givið henni hugskotið til tekningina, er, at hon gongur til karate eftir skúlatíð.

 

Vinnarin í bólkinum fyri børn undir sjey ár, var Jasmine Müller Jepsen, úr Kvívík, sum er fimm ár. Dómsnevndin sigur, at myndin er sera væl sett saman, har tú sært eina grøna sigarett á reyðari bakgrund. Vælvaldi grøni liturin gevur bendir tankarnar inn á okkurt eitrað, har krossur er settur útyvir. Hetta er eitt einfalt roykiforboð, væl sett saman við andstøðulitum, sigur dómsnevndin.

 

Fólkaheilsuráðið sigur, at hetta eru tey børnini, sum ganga í barnagarði, og sum longu varpa ljós á royking.

- Tað er gott, at tað verður byrjað tíðliga við børnunum, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum, har virðislønirnar vórðu lætnar. Myndirnar hevur Ólavur Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum, tikið.