Tað upplýsir hon á tíðindafundi uttan fyri Downing Street.
Liz Truss leggur frá sær sum forsætisráðfrú í Bretlandi. Tað upplýsir hon á stuttum tíðindafundi framman fyri Downing Street 10 fyri løtu síðani.
Á fundinum náddi Lis Truss, sum tók við 6. september í ár, at greiða frá, at hon ikki føldi, at hon kundu levera upp á tað álit, sum hon er vald til av floksfeløgunum sínum fyrr í ár. Tí leggur hon frá sær.
Í stuttu tíð síni sum í starvinum náddi Liz Truss at vera har, tá Bretland fekk nýggjan monark, eftir at Elizabeth drotning doyði.
Samstundis náddi Liz Truss at leggja fram ein stórn pakka við skattalættum, sum millum annað skuldi fíggjast við læntum pengum.
Tað fekk fíggjarmarknaðirnar at senda renturnar á brestkum ríkislánsbrøvum á himmalferð, og Liz Truss mátti uppgeva skattalættarnar. Tað kostaði eisini fíggjarmálaráðharra hennara, Kwasi Kwarteng, starvið.
/ritzau/