Trupult at vinna fram í Norðoyggjum

Tað er tungt at taka ein valdømisvaldan tingmann í Norðoyggjum, metir Sambandsflokkurin. Fólkaflokkurin tykist at varðveita eina javna og stóra undirtøku


VELJARAKANNING

 
Stóra veljarakanningini hjá Sosialinum og FYND gevur Sambandsflokkinum útlit til eitt óføra gott val. Bert í Sandoynni og í Norðoyggjum stendur illa til hjá Sambandsflokkinum.
Fólkaflokkurin er somikið sterkur í Norðoyggjum, at hann fær bæði tann fyrsta valda tingmannin og tann fjórða.
34,1% er úrtøkan í veljarakanningini hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum. Sambandsflokkurin eigur 16% av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin 18,3% og Tjóðveldisflokkurin fær 20,6%.
Sum vit eisini skrivaðu í blaðnum í gjár, so er Sambandsflokkurin ikki so øgiliga langt burturi frá einum valdømisvaldum tingmanni. Útfrá úrslitið við seinasta løgtingsval í Norðoyggjum skulu knappar tretivu Fólkafloks atkvøður glíða ein bókstav niður á valseðlinum, um veljarakanningini er eftirfarandi. 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sympati við Anfinn
Eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum, <st1:PersonName$?$end$!$Magni Laksáfoss</st1:PersonName$?$end$!$, sigur, at tey ikki eru nøgd við úrslitið í veljarakanningini, men tað tey rokna kortini við einum betri úrslitið valdagin. <BR>- Vit kunnu fegnast um eina framgongd. Norðoyggjar eru ikki eitt etablerað valdømi hjá Sambandsflokkinum ? men eitt valdømi, sum skal byggjast upp, sigur <st1:PersonName$?$end$!$Magni Laksáfoss</st1:PersonName$?$end$!$.<BR>Hann heldur, at ein av frágreiðinginum fyri góðu undirtøkuna hjá Fólkaflokkinum er, at fólk hava sympati við Anfinn Kallsberg.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Støðug framgongd
Anfinn Kallsberg fegnast um, at Fólkaflokkurin gongur fram í Norðoyggjum, sum eisini valdømi hjá løgmanni. Sambært kanningini fær Fólkaflokkurin 34,1 av samlaða atkvøðutalinum í Norðoyggjum og tað er ein framgongd síðan seinasta val.
Spurdur, um hví Fólkaflokkurin fær so góð úrslit í Norðoyggjum, svarar Anfinn, at rákið seinastu árini hevur verið, at Fólkaflokkurin vinnur størri og størri undirtøku millum veljararnar í Norðoyggjum.
? Í 1998 fingu vit 28, 5 % av atkvøðunum og í 2002 var talið 32,1%, so trendið er, at vit fáa størri og størri undirtøku, og tað fegnast vit sjálvsagt um,  sigur Anfinn Kallsberg.