Tað gongur ikki væl at manna línuskipini, hóast raksturin hjá flestu línuskipum er nógv betraður í seinastuni.
Stýrimaður, sum in.fo hevur skift orð við, sigur, at tað viðhvørt kann vera rættiliga trupult at loysa skipið við fullari manning.
- Vit hava nakrar fáar - men dugnaligar - útlendingar umborð, men teir skulu eisini heim av og á at halda frí.
Hann sigur, at tá útlendingarnir eru burtur, viðhvørt upp í fleiri vikur, kann tað gerast rættiliga trupult at manna skipið.
- Tað er serliga um jólini og um summarið, at útlendingarnir ynskja at fáa nakrar vikur, haðani teir koma.
Stýrimaðurin sigur, at reiðaríið eisini hevur skift orð við ALS, Arbeiðsloysisskipanina, men tað hevur ikki víst seg, at her er nakað at heinta.









