- Trupult at fyrihalda seg til Twitter-stýrda USA

- Tað er ein avbjóðing fyri allan heimin at fyrihalda seg til USA. Landið er ikki til at rokna út, og tað verður stjórnað umvegis boð á Twitter, sigur Cecilia Malmstrøm, handilsstjóri í ES, við Ritzau.

- Tað er ein avbjóðing fyri allan heimin at fyrihalda seg til USA. Landið er ikki til at rokna út, og tað verður stjórnað umvegis boð á Twitter, sigur Cecilia Malmstrøm, handilsstjóri í ES, við Ritzau.

 

Hóast nýggjast ES tølini vísa, at altjóða handil viðførir fleiri og fleiri størv í ES, eru útlitini ikki góð, um tú spyrt handilskommiserin Ceciliu Malmstrøm. Avbjóðingin, sum hon vísir á, er USA.

 

Trump hevur fráboðað kríggj móti WTO, reglurnar fyri altjóða handil eru undir trýsti frá eystri, men serstakliga frá USA, heldur handilskommiserurin, sambært Ritzau.

 

Orsøkin til útsagnina er, at svenski kommiserurin hesa vikuna hevur lagt fram eitt uppskot til nýskipan av kærustovninum í WTO í royndini at sleppa undan, at hesin stovnur, sum skal loysa trætur, má stongja, tá ið hann um eitt ár bert hevur ein einstakan dómara eftir.

 

Orsøkin til hesa støðuna er, at USA blokerar fyri at seta fleiri dómarar, skrivar Ritzau. Og amerikanarar hava ikki vilja víst á, hvat tey halda skal gerast fyri at bjarga stovninum.

 

- Mong lond vilja stuðla okkum í hesari royndini at bjarga stovninum. So vinarliga sessist og práta við okkum. Men tað hava tey ikki gjørt enn og hvør veit, um tað hendir, sigur Malmstrøm við tíðindafólk hjá Ritzau.

 

Kortini heldur hon, at ES og USA eru í konstruktivum samstarvið, og at hon eftir fleiri tímar av fundum við umboð fyri amerikonsku stjórnina kann siga, at tey veruliga eru eldhugað.

 

Og tað er ikki bert Trump, sum skapar avbjóðingar fyri USA. Eisini Kina hevur givið handilsstjóranum høvuðbrýggj.

 

ES er tí ávegis við einari skipan, sum skal hyggja ígjøgnum útlendskar investeringar soleiðis, at Kina ikki brádliga situr á valdinum yvir umráðandi infrastruktur í ES londum.

 

 

/ritzau/