Hesin fundurin verður hildin annaðhvørt ár. Endamálið er stutt og greitt at styrkja samstarvið millum Norsk Luthersk Missionssamband og norðurlendsku feløgini sum starvast við sama endamáli.
Her er talan um Luthersk Missionsforening í Danmark, Finnish Overseas Mission, Samband Íslendskra Kristniboðsfélaga og Kirkjuliga Missiónsfelagið í Føroyum.
Úr Føroyum luttóku Øssur og Kristian Thorleifsson, sum er kassameistari hjá føroyska missiónsfelagnum.
Felags trupulleiki
Eitt av viðkomandi málunum á hesum fundinum vóru serligu avbjóðingarnar í sambandi við missión í muslimskum londum.
Ein av trupulleikunum sum norðurlendsku missiónsfeløgini hava, er at útvega nóg mikið av nýggjum trúboðarum.
Nevnt varð, at tað kanska ikki eru færri fólk, sum ynskja at gerast trúboðarar. Men tíðin, sum fólk ynskja at verða í hesi tænastuni, er vorðin styttri fyri tey flestu.
Semja varð um at ein eigur at síggja hetta sum eina avbjóðing heldur enn ein trupulleika. Tí, sum sagt varð:
- Henda gongdin hevur sínar orsøkir, og í øðrum lagi er ikki nøkur beinleiðis bíbilsk grundgeving fyri at ein trúboðari skal vera úti á missiónsmarkini alt lívið.