Torkil Veyhe súkklaði í síðstu viku í stóru donsku súkklukappingini, PostNord Danmark Rundt, har hann hjá Team Waoo hevði leiklutin at hjálpa kapteyninum á liðnum, Alexander Kamp. Team Waoo fekk Alexander Kamp á eitt 12. pláss í samlaðu kappingini, har Torkil Veyhe sum ein av bestu hjálparunum bleiv nummar 24 út av teimum 100 súkklarunum, ið komu á mál.
- Persónliga hevði eg vónað meira, men mín prikkur í samlaða taktikkinum var at leypa á og brúka nógva orku tíðliga. Tað kostaði til endans. So í mun til tann leiklut, ið eg hevði, so var tað ringt at fáa meira burtuúr, sigur Torkil Veyhe.
Team Waoo, sum hevur sjálvasta Bjarna Riis sum ein av eigarunum og ítróttarstjóra, var ikki heilt nøgt við at tað ikki eydnaðist at fáa Alexander Kamp hægri enn eitt 12. pláss.
- Vit komu eftir meira enn einum 12. plássi, so í mun til tað eru vit ikki nøgdir, men vit fingu myndað kappingina og koyrdu álopssinnað, so á tann hátt hava vit fingið nógv burturúr og eru nøgdir við tað, sigur Torkil.
Í samlaðu liðkappingini bleiv Team Waoo nummar fimm av 20 liðum. Samlaðu kappingina hjá einstaklingum vann belgiski Wout van Aert frá Vérandas Willems-Crelan.