Hóast hetta, so eydnaðist tað fleiri flokkum, Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at fáa javnstøðu á sínar listar til fólkatingsvalið og tað er gleðiligt. At tað gevur fleiri atkvøður til kvinnurnar, tá ið fleiri kvinnur eru á listanum, vísti seg eisini til fólkatingsvalið. Í áðurnevndu flokkum fingu kvinnurnar ávikavist 28,6, 36,4 og 19,6 prosent av samlaðu atkvøðunum hjá hesum flokkum . Hetta hóast fleiri mannligir atkvøðuslúkar eisini vóru á hesum listum (Høgni Hoydal, Jóannes Ejdesgaard, Kári á Rógvu).
Lokalfeløgini
Enn er tað so, hóast Føroyar eru eitt valdømi, at tað eru lokalu feløgini ið royna at fáa fólk á listarnar. Mín meting er, at tey verðuliga hava roynt at fáa kvinnur at stilla upp tí tey ynskja fleiri kvinnur á listarnar. Hvat er so trupuleikin. Trupuleikin hevur nakað við tey mynstur, ið okkara samfelag, er skipað eftir. Kvinnur hava ikki verið eggjaðar at halda seg framat nakrastaðni í samfelagnum, tí okkara mentan og hugsunnarháttur hevur í nógv ártíggju verið, at tað natúrliga er maðurin, ið stendur fram. Hetta er við at broytast, tíbetur, men úrslitini av hugburðsbroytingum vísa seg ikki eftir einum degi, ella nøkrum mánaðum.
Fastar valevnislistar
Tá ið ein arbeiðsgevari lýsir eftir fólki við einum ávísum førleika, og ongin umsøkjari fast við hesum førleikum, so ferð arbeiðsgevarin at hugsa, hvat hann kann gera ørðvísi fyri at fáa tey starvsfólk hann ynskir sær.
Júst soleiðis mugu politisku flokkarnir eisini hugsa. Vilja teir verðuliga hava kvinnur á listarnar og inn á ting, so má hátturin at fáa valevnir broytast ella umleggjast. Eitt hugskot er, fastir valevnislistar, tað vil siga at fólk vera biðin uppá listan dagin eftir valið, so at siga. Hetta ger, at eitt valevni hevur góða tíð at læra seg at vera politikari. Flokkarnir kunnu miðvíst skúla teirra valevni og ongin nýtist at vera bangin fyri at stilla upp. Hetta hevði ikki bara bøtt um møguleikarnir fyri javnstøðu, men eisini bøtt um umstøðurnar hjá øllum, ið stilla upp. Eitt valdømi setur størri krøv til floksarbeiði enn higartil, so eisini á tann hátt hevði tað verið ein fyrimunur, við føstum valevnislista.
Meðan vit bíða
Um vit yvirhøvur skulu koma nakran veg á javnstøðuleið so mugu vit ikki seta okkum afturá og bíða til hugburðurin er broyttur. Halda vit uppat at fokusera á kvinnur og teirra luttøku í politikki, so hendir onki, heldur ongin hugburðsbroyting. Tí heiti eg inniliga á lokalfeløgini, ið ikki eru liug at stilla upp, um framhaldandi at royna at fáa kvinnur at stilla upp, og eg vóni at fleiri kvinnur vilja lata seg stilla upp.
Eisini krevur tað at veljarin, kvinnur sum menn royna at stuðla teimum kvinnum ið stilla upp, so umboðanin innan tinggátt verður betur enn í dag. Tí koma vit framhaldandi at hava undir 10 % av kvinnuumboðanini á tingi, so ferð hetta at seinka menningini av javnstøðuni og fólkaræðinum og tað kunnu vit ikki liva við í 2007.