Hugskotið hjá grønlendska landsstýrinum at einskilja nakrar av teimum fyritøkunum, sum tað almenna eigur, er gott, men spurningurin er, um nakar vil keypa. Tað sigur danski búskaparfrøðingurin Lise Lyck við grønlendska kringvarpið KNR.
Hon vísir á, at Grønland er sera stórt, og at fólkatalið lítið, og at hetta er ikki júst nakað, sum vekir ans hjá privatum íleggjarum.
Kortini heldur Lise Lyck, at privatir íleggjarar kunnu hava áhuga í at keypa almennar framleiðslueindir so sum Royal Greenland, men at tað kann vera ein spurningur, hvørjar treytir verða lagdar við søluni.









