Trupulleikin ikki loystur við vánaligu rakstrargøgnunum

Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, harmast um truplu flutningsviðurskiftini, sum vóru um Norðoyastevnuna, men hann vísir eisini samstundis á, at Strandferðslan gjørdi sítt besta fyri at gera flutningin til og úr Klaksvík so lættan sum gjørligt

Klaksvík:
- Tey avbera vánaligu rakstrargøgnini, sum vit hava gera tað alt annað enn lætt at loysa tílíkar trupulleikar, sum vit eru og hava verið í, sigur Poul Jákup Thomsen. Hann vísir á, at meðalaldurin í flotanum hjá Strandferðsluni er yvir tríati ár.
Men hann sigur eisini, at verkfallið hevur órógvað sera nógv í ár, tí í veruleikanum skuldi Smyril havt verið í dokk langt áðrenn Norðoyastevnu, men so orsakað av verkfallinum bleiv tað seinni enn ætlað.
Í viðmerking til tað sum fór fram undir steypahandanini í Klaksvík, sigur Poul Jákup Thomsen, at tað eru strangir reglar fyri hvussu mong fólk sleppa við eini ferju, og tá stevnur eru, so hevur Strandferðslan havt ringar royndir við at fólk royna at sleppa sær umborð, hóast skipið er fult.
- Tað er so vandamikið við tílíkum, og fyri at sleppa undan slíkum óhepnum støðum, so verður rampin á skipinum bara koyrdur upp, greiðir Poul Jákup frá. Hann sigur eisini, at ein avtala er í millum Strandferðsluna og RSF um, at tað er RSF, sum tekur sær av stýrinig
Spurdur um hví helmingurin av bjargingarútgerðini hjá Dúgvuni varð koyrd umborð á Scaniu, sigur Poul Jákup, at tað vísti seg at vera tann besta loysnin.
- Bjargingarútgerðin í dag er sera teknisk innviklað, at niðustøðan var, út frá tí sjónarmiðinum, at handan loysnin var tann frægasta.
Orsøkin til at Scania ikki hevur nóg mikið av bjargingarútgerð er, at í Estlandi eru trygdarkrøvini ikki so høg sum her heima.