Trupulleikin er ikki vaksandi

 

Mariann Reinert úr SSP-samstarvinum gleðist um, at einki í tølunum bendir á, at trupulleikin við rúsevnisnýstlu er vaksandi.

- Talið av ungum undir 18, sum verða skuldsett fyri lógarbrot, fækkast. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at í 2006 vóru 93 ung undir 18, sum vóru skuldsett fyri lógarbrot, meðan talið var minkað niður í 35 í 2015. Fyri brot á lógina um euforiserandi evni, hevur talið á skuldsettum undir 18 ligið millum eingi og fimm fólk hvørt ár, sigur Mariann Reinert. 

 

Spurnarkanningar, sum verða gjørdar í skúlanum benda á, at børn gerast eldri og eldri, fyrstu ferð tey nýta hassj.

- Í 2003 søgdu 91 prosent av 9. floksnæmingum, at teir ongantíð høvdu roynt hassj. Í 2007 var talið 94 prosent og í 2011 var talið 95 prosent. Vónandi verður talið enn lægri, tá seinasta kanningin, frá 2015, verður almannakunngjørd seinni í ár, sigur Mariann Reinert.