Møta ikki upp til ítrótt í Suðuroynni

Lið møta ikki upp til dystirnar. Hetta harmast tey um í VB, har tey siga, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki.

Eftir ætlan skuldi talan verða um eitt ítróttaríkt vikuskifti í Suðuroynni, har nógvur hondbóltur skuldu vera.

 

Men soleiðis bleiv ikki, tí lið møta ikki upp til dystirnar.

 

Hetta harmast tey um í VB, har tey siga, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki.

 

Á facebook vanganum hjá VB verður sagt soeliðis:

 

Dystir skuldi vera i allan dag á Eiðinum, fra kl 10 til 17. Men sum vanligt, so møta lið ikki upp.

 

Í stadin fyri at 13 dystir skuldu spælast, verða nu bara 3 dystir hjá G12.

 

Annars kann eisini nevnast, at 6 lið hjá VB farin norður eftir í dag.

 

Ein viðmerkjari veit at siga, at nógv lið hjá VB eru farin norður um fjørð til ítrótt:

 

Eini 60 VB leikarar farnir norđureftir, hvørfall helvtin er 10 ár og yngri, skrivar viðmerkjarin.

 

Aðrir viðmerkjarar rógva framundir, at HSF eigur at taka hetta í álvara, so skil fæst á hesum trupulleika.