Trupulleiki á almennum stovni: Starvsfólk hava ov lítið at gera

Nú verður roynt at umskipa arbeiðið

Í nógv ár hava barnaverndirnar kring landið havt møguleikan at bjóða familjum at fara á familjudepilin hjá Almannaverkinum,har tey hava fingið hjálp og vegleiðing í at koma víðari í lívinum.

 

Men nú hevur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fingið frænir, at einki virksemi er á Familjudeplinum í løtuni, hóast depilin hevur sera væl útbúgvin starvsfólk.

 

Harafturat eru vit í eini støðu, har løgtingsins umboðsmaður fær alsamt fleiri klagur um barnaverndirnar. Spurningur er um tað er tí, at fólk eru ónøgd við tilboðini hjá landinum, heldur løgtingsmaðurin.

 

Tí hevur hann biðið Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í almannamálum um eina frágreiðing. Sólvit E. Nolsø ásannar, at hesi seinastu árini hevur virksemið á familjudeplinum verið sera óstøðugt. Í fjør var virksemið á familjudeplinum soleiðis:

 

- av 84 døgum vóru tvær familjur innskrivaðar

- av 162 døgum var ein familja innskrivað

- av 119 døgum var eingin familja innskrivað

 

Familjudepilin er eitt sjálvboðið tilboð til familjuna og tað merkir, at eingin kann siga nakað tá ið familjurnar ikki møta upp, ella tá ið tær fara av stovninum eftir stutta tíð. Í fjør vórðu fimm familjur innskrivaðar á familjudepilin og tvær av teimum vóru bara har í nakrar fáar dagar, so fóru tey  fóru av stovninum aftur.

 

Men Sólvit E. Nolsø sigur, at hóast virksemi er óstøðugt, skal familjudepilin vera fult virkisførur við fullari manning alt árið, tí eingin veit, nær ein familju verður innskrivað á stovnin.

 

Og tað hevur elvt til trupulleikar. Almannaverkið hevur roynt at skipa arbeiðið hjá starvsfólkunum á familjudeplinum soleiðis, at tey hava tikið vaktir á stovnum fyri børn og ung, tá einki virksemi hevur verið á deplinum. Hetta hevur tó ikki virkað eftir ætlan, tí starvsfólkini skulu vera tøk á familjudeplinum við stuttum skotbrái, tá ein familja verður innskrivað. Tískil órógvar hetta arbeiðið á stovninum fyri børn og ung, illa.

 

Almannamálaráðið og Almannaverkið royna nú at leggja virksemið á familjudeplinum øðrvísi til rættis. Hetta arbeiðið fevnir eisini um starvsfólkini á familjudeplinum, sum í verandi løtu eru flutt í onnur størv í Almannaverkinum, sigur Sólvit E. Nolsø.