Tað var um 9-tíðina í morgun, at nógv upplivdu, at internetsambandið hvarv .
Av Føroya Tele søgdu tey, at brot aftur var á Shefa-kaðalinum, men at skaðin hesuferð var á landi, og tískil skuldi brekið verið skjótt at rætta, í mun til seinast, tá skaðin var á havsins botni.
Føroya Tele boðar nú í tíðindaskrivi frá, at orsøkin til trupulleikarnar er, at teir eru í ferð við at umleggja netið til størri kapasitet.
- Hetta er neyðugt, tí nýtslan sum heild økist øgiliga nógv. Tað vísir seg tíverri, at hendan umleggin hevur givið trupulleir.
Í gjár var fartelefonnetið hjá Føroya Tele óvirkið okkurt um hálvan annan tíma, og í dag hava so trupulleikar verið við sjónvarpsnetinum og breiðbandsnetinum.
Føroya Tele siga, at teir eru í hægstu tilbúgving, tí slíkir feilir kunnu ikki góðtakast, men ávara um, at netið kann vera óstøðugt eisini í dag. Teir gera tó tað teir kunnu, fyri at eingir trupulleikar skulu stinga seg upp.