Gjaldsavtalan hjá nøkrum eToll- og eMVG-brúkarum ikki í lagi, upplýsir TAKS í dag.
Umleggingin hjá peningastovnunum frá Elektron til annan KT-veitara (SDC) hevur ført við sær, at summir eToll- og eMVG-brúkarar ikki fáa goldið gjøgnum eToll- og eMVG-skipanirnar.
-Gjaldsavtalan við peningastovnarnar hjá hesum brúkarum, kom ikki automatiskt í rættlag aftaná umleggingina og tí ber ikki til hjá teimum at gjalda gjøgnum hesar skipanir, greiður TAKS frá í dag.
Talan er um eini 20 fyritøkur í eToll-skipanini og uml. 240 brúkarar í eMVG-skipanini.
-TAKS mælir hesum eToll- og eMVG-brúkarunum til at seta seg í samband við teirra peningastovn og stovna nýggja gjaldsavtalu.