Men størsta orsøk til forargilsi fyrsta dagin hevur í øllum førum verið, hvussu cypriotar meta týdningin av klokkufestingunum. Meðan kappingin er, eru fastar bussleiðir, sum flyta hópirnar til og frá venjing og dystum, men hóast hesir hava eina ferðaætlan, skal hendan ikki takast í serliga stórum álvara. Soleiðis upplivdi føroyska liðið í gjár, at tær máttu bíða í 25 minuttir, tá farast skuldi til venjing. Og hóast onkur av leiðarunum tosaði við stórum stavum við bussføraran, so var skilið tað sama, tá hópurin skuldi aftur á hotellið.