Truplari at skipa landingarnar undir verkfallinum

- Tað er meira hóvasták av summum sølum í dag, enn tá ið umstøðurnar eru vanligar, sigur Pauli Højgaard, góðskuleiðari á Fiskamarknaði Føroya á Toftum.

Fiskivinna
Vilmund Jacobsen

Higartil hevur verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag ikki havt so stóra ávirkan á virksemið hjá Fiskamarknaði Føroya.
Pauli Højgaard, góðskuleiðari, viðgongur tó, at tað er truplari at skipa landingarnar, nú verkfall er, og serliga merkist hetta í samskiftinum millum uppboðssøluna á Toftum og uppboðssøluna í Klaksvík, tí fjørður er ímillum og ikki ber til at flyta fisk ímillum hesi bæði økini.
- Klaksvíkin er meira avbyrgd, nú eingin fiskaflutningur er um fjørðin. Tað eru skip, sum vanliga landa í Klaksvík, men sum nú stundum mugu aðrastaðni við fiskinum, tí aðrir keyparar eru. Heldur ikki fæst fiskur, sum verður seldur á gólvinum í Klaksvík, av oynni.
Góðskuleiðarin vísir á, at tað er meira hóvasták av summum sølum í dag, enn tá ið umstøðurnar eru vanligar, og viðhvørt er neyðug aftaná eina sølu at finna út av, hvussu viðurskiftini skulu greiðast, tí onkur keypari ikki fekk tann fisk, hann hevði keypt.
- Somuleiðis kann henda, at okkurt virki hevur keypt eina last, men fær ikki brúkt øll fiskasløgini.
Pauli Højgaard sigur, at enn hevur gingið hampiligt at skipað viðurskifti, men ilt er at siga, hvussu verður, um verkfallið verður drúgt.
Týsdagin landaðu fýra skip á Fiskamarknaði Føroya; Váðasteinur, Volunteer, Kúrberg og trolbáturin, Hansa Maria.
- Hesin fiskurin er keyptur av virkjum í nærumhvørvinum, nú ikki ber til at flyta
fiskin millum firðirnar, sigur góðskuleiðarin.
Møguliga landar Tummas Nygaard eisini á Toftum í vikuni.


Skiljimaskinan

Fyrst í hesum árinum varð ein nýggj og framkomin skiljimaskina sett upp á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Frammanundan varð gamla útgerðin, sum uppboðssølan hevur brúkt, flutt suður á uppboðssøluna í Vági.
Drúgv tíð gekk, áðrenn tey á uppboðssøluni sóu nakra veruliga nyttu í nýggju maskinuni, tí nógv ting skuldu fáast at hanga saman. Samstundis kom nógvur fiskur uppá land, og hetta gjørdi tað trupult hjá uppboðssøluni í vár.
- Í dag riggar sjálv skiljimaskinan væl, og hon er nær við at verða tað, vit væntaðu av henni. Neyðugt hevur verið við tilvenjing og tilpassing av øllum, sum er rundan um maskinuna. Í dag vildi neyvan nakar verið nýggju skiljimaskinuna fyriuttan, sigur Pauli Højgaard.