Fyrstu valúrslitini frá Super Tuesday siga fyrrverandi forsetan Donald Trump vera vinnara av undanvalinum hjá republikanarunum í statinum Virginia.
Tað sigur greiningarfyritøkan Edison Reasearch sambært tíðindastovuni Reuters.
Harvið sigrar Trump á Nikki Haley, sum eisini royni at verða vald sum valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í november.
Eisini í statinum North Carolina sær Trump út til at hava tryggjað sær flestar atkvøður, upplýsir Edison Reasearch.
Super Tueseay er tann dagurin undandystunum til forsetavalið, har flestur statir hava undanval ella caucus. Í gjár atkvøddur amerikanarar í 15 statum og einum amerikonskum øki.
Ígjøgnum náttina fara úrsltini at koma loypandi inn, so hvørt sum valstøðini í ymsu statunum lata aftur. Alaska er síðsta staðið at lata aftur, og verður tað í morign tíðliga okkara tíð.
Nikki Haley, sum áður hevur verið guvernørurí South Carolina, er einasta avbjóðari hjá republikanarunum ímóti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.
Trump er í veljarakanningum langt framman fyri Haley og hevur fyribils vunnið tey fleystu undanvalini.
Haley hevur vunnið eitt undanval í district of Columbia, har samveldishøvuðsstaðurin Washington D. C. er.
/ritzau/