Amerikanski byggikongurin og ríkmaðurin Donald Trump sigur nú, at hann umhugsar at stilla fyri republikanska flokkin upp til forsetavalið í 2012.
-Eg síggi, hvussu tað gongur, og satt at siga hevur okkara land ongantíð verið so illa fyri sum nú. Tað er skammiligt. Eg elski mítt land. Vit hava eitt avbera gott land, men tað er ikki so gott, sum tað plagdi at vera, sigur Donald Trump.
Hann leggur afturat, at soleiðis sum tað gongur nú, fer Kina at taka seg fram um USA innan fyri 10 ár.
Fyri stuttum varð skipað fyri einari spurnarkanning í statinum New Hampshire, har fólk vórðu spurd, um tey halda, at Donald Trump er egnaður at vera amerikanskur forseti. Úrslitið av kanningini er greitt, men tað er ikki kunngjørt enn, sigur Fox News.









