Trump vil nýta milliardir upp á markið til Mexico

Yvir 100 milliardir krónur skulu nýtast til at styrka og útbyggja markið millum USA og Mexico.

18 milliardir dollarar. Tað er upphæddin, sum Trump administratiónin vil nýta komandi 10 árini upp á markið millum Mexico og USA. Tað svarar til áleið 111 milliardir krónur.

 

Trump stjórnin hevur biðið Kongressina um pengarnar, sum skulu nýtast til at gera sum og uppraðfesta annað, á tí meira enn 1000 kilometra langa markið. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur víst á eina meira ítøkiliga ætlan og fígging fyri útvíðkanini av markseftirlitinum til Mexico.

 

 

 

Í valstríðnum undir forsetavalinum var tað júst ”ein múr millum USA og Mexico”, sum vakti ans bæði hendan og handan vegin. Ítøkiliga ætlanin hjá Trump vísir, at stjórnin vil styrkja eitt øki á 655 km á markinum millum londini, og leggja 500 kilometrar aftrat tí bygda markinum.

 

 

 

 

Um hetta verður gjøgnumført, verður meira enn helmingurin av markinum millum londini merkt við forðingum av onkrum slagi.

 

 

 

 

/ritzau/