Trump vil forða FBI at kaga í skjøl sum hald er lagt á

Donald Trump vil ikki hava, at FBI skal gjøgnumganga skjølini, sum hald er lagt á, fyrr enn ein serligur embætismaður er útnevndur.

 

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur í dag biðið ein samveldisdómstól um fyribils at forða fyri, at FBI kann gjøgnumganga tey skjøl, sum samveldisløgreglan hevur lagt hald á í heimi hansara í Florida í síðstu viku.

FBI skal fyrst hava loyvi til at ganga ígjøgnum skjølini, tá ein serligur embætismaður er útnevndur til at hava eftirlit við gjøgnumgongdini, stendur í áheitanini.

Í kravinum, sum er latið einum dómstóli í West Palm Beach í statinum Florida, verður eisini kravt, at amerikanska løgmálaráðið gevur honum eina meira útgreinaðan lista yvir, hvat hald er lagt á í heimi hansara í Mar-a-Lago 8. august.

Hann biður eisini um, at ognir, sum ikki eru umfataðar av rannsóknarloyvinum, verða latin aftur.

– Politikkur má ikki ávirka umsitingina av rættvísi, verður sagt í kravinum.

– Rættartrygd er eitt skjøldur, ið verjir amerikanarar. Tað má ikki brúkast sum vápn av politiskum orsøkum.

/ritzau/Reuters