Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur higartil verið varin við sínum retorikki mótvegis russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Men, í vikuni vísti hann sína ónøgd við, at Russland enn einaferð leyp á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Í einum uppslagi á Truth Social í dag leggur Trump upp til, at revsitiltøk kunnu gerast neyðug fyri at fáa Vladimir Putin á aðrar tankar.
– Tað hevur ikki verið nøkur orsøk hjá Putin at skjóta rakettir inn í sivil økir og býir í Ukraina seinastu dagarnar, sigur amerikanski forsetin.
Donald Trump sigur, at hetta fær hann at hugsa, at russski forsetin kanska ikki er sinnaður at steðga krígnum í Ukraina kortini.
Uppslagið hjá Donald Trump á Truth Social er skrivað fáar tímar eftir, at hann og ukrainski forsetin í dag hittust til stutt prát í Róm.