Donald Trump hevur lýst seg sjálvan sum sjálvskaptan milliarding, men The New York Times hevur nú pilkað við hendan pástandin.
Sambært síni egnu útlegging av ríkidømi sínum, so skapti hann við ágrýtni og evnum eitt lán upp á eina millión dollarar frá pápa sínum til eitt handilsveldi upp á tíggju milliardir dollarar.
Men Donald Trump hevur kanska pyntað søguna.
The New York Times hevur granskað fleiri hundrað skattafráboðanir frá pápa Donald Trump, Fred C. Trump. Úrslitið av granskingararbeiðinum varð almannakunngjørt í gjár.
Høvuðsniðurstøðan í kanningunum hjá blaðnum er:
(tølini eru umroknað til nútíðarvirði)
– Longu sum trý ára gamal tjenti Donald Trump 200.000 dollarar upp á ognarfeløgnini hjá pápa sínum.
– Sum átta ára gamal var hann millióningur í dollarum.
– Áðrenn hann flyti 17 ár, hevði pápi hansara gjørt hann til samánara í einum íbúðarblokki við 52 íbúðum.
– Stutt eftir tíðina á universitetinum fekk hann eina árliga upphædd upp á eina millión dollarar frá pápa sínum.
– Upphæddirnar vuksu, sum árini gingu. Tá Donald Trump var í fýrati- og fimmtiárunum, fekk hann yvir fimm millónir dollarar um árið frá pápa sínum.
– Skattaskjølini avdúka, at Donald Trump tilsamans fekk í minsta lagi 413 milliónir dollarar úr ognarveldinum hjá pápanum.
– Størsta einstaka upphæddin kom til gjaldingar langt aftan á, at Fred Trump var deyður, í juni í 1999.
– Í mai 2004 seldu Donald Trump og systkin hansara lívsverkið, sum pápin hevði bygt upp gjøgnum 70 ár. Parturin hjá Donald Trump var upp á 177,4 milliónir dollarar ella 236,2 milliónir dollarar í nútíðarvirði.
– Seinasta metingin hjá Pengamagasininum Forbes er, at nettoognin hjá Donald Trump er upp á 3,1 milliardir dollarar.
Kelda: The New York Times, Forbes.
/ritzau/