Trump vónar eina endurtøku

Tey eru nógv um boðið, ið ynskja møguleikan at gerast mótvalevni til Donald Trump, tá forsetaval verður aftur í USA í 2020, men um núverandi forsetin fær sín vilja, so verður valið í 2020 ein endurtøka frá tí í 2016. Tað skrivar tíðindamiðilin Politico.


Tað gjørdist greitt, tá forsetin fyrr í dag skrivaði á Twitter um eitt møguligt mótvalevni í 2020.


- Eg varð nýliga spurdu, um óreiðiliga Hillary Clinton fer at royna at gerast forseti í 2020? Mítt svar var: ”Eg vóni tað!”, skrivaði Donald Trump á Twitter.


Tað kom óvæntað á tey flestu, tá Donald Trump í fjør vann á Hillary Clinton, ið var demokratiska valevnið, og greiður favorittur at vinna. Hillary Clinton fekk eisini umleið tríggjar milliónir fleiri atkvøður enn Donald Trump, men eydnaðist tað republikanska forsetavalevninum at vinna fleiri valmenn, og gjørdist hann tískil forseti.


Tað er tó ikki serliga sannlíkt, at Donald Trump fær sín vilja. Hillary Clinton er í løtuni aktuell aftur, eftir at hava útgivið bókina What Happened, ið er hennara frágreiðing um hvussu hon tapti valið móti ríkmanninum úr New York. Í tí sambandinum hevur hon fleiri ferðir sýtt fyri, at hon ætlar at stilla upp aftur.