Donald Trump ger í kvøld greitt, at USA ikki longur ætlar at vera partur av veðurlagsavtaluni hjá ST.
Hann sigur, at hann setir amerikumenn í fremstu røð, og avtalan er ikki fremjandi fyri USA, og tí tekur USA seg úr samstarvinum, tann sonevnda París veðurlagsavtalan.
Trump sigur seg vilja samráðast um eina nýggja avtalu, ið er meira rættvís ella "fair".
Trump metir avtaluna skaðiliga, tá talan er um amerikanska arbeiðaran, har hann sigur seg arbeiða fyri, at korini hjá arbeiðaranum gerast betri.
Trump tekur fram, at Kina kann dálka so nógv landið vil tey næstu 13 árini, og tí er avtalan ikki rímulig.
ST veðurlagsavtalan gevur USA eitt stórt fíggjarligt sár, metir Trump.
Barack Obama, fyrrververandi forseti í USA, hevur skriviliga boðað frá, at Trump er við til at svíkja framtíðina, tá USA ikki longur er partur av avtaluni.