Trump sýtir fyri at svara

- Eg sýti fyri at svara spurningum. Tað er ein rættur, sum allir amerikanskir ríkisborgarar hava. Eg havi einki skeivt gjørt, sigur Donald Trump.

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, sigur sambært Reuters, at hann vil ikki svara spurningum hjá ríkisadvokatinum í New York. 

 

- Eg sýti fyri at svara spurningum, ið er ein rættur, sum allir amerikanskir ríkisborgarar hava sambært grundlógini. Eg havi einki skeivt gjørt, sigur Donald Trump.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at fyrrverandi forsetin kom á skrvstovuna hjá ríkisadvokatinum í New York til avhoyringar fyrr í dag. 

 

Handilsvirksemið hjá Donald Trump hevur sambært útlendskum miðlum leingi verið undir luppinum hjá ríkisadvokatinum í New York.

 

"Í New York í kvøld. Fundur við rasistiska løgmálaráðharran í New York, sum heldur fram við síni størstu heksajakt í søguni hjá USA..."

 

Soleiðis skrivar Donald Trump á sínum egna netstaði, Truth Social.

 

- Felagið hjá mær og eg sjálvur verða álopin frá øllum síðum. Bananrepublikk, leggur hann aftrat.

 

Ríkisadvokaturin, Letitia James, hevur áður eftirlýst tí, hon heldur vera neyðug skjøl í kanningini av Donald Trump, men hesi hevur fyrrverandi forsetin ikki viljað av við.

 

Tá hann ikki vildi lata skjølini fyri freistina, sum var hin 31. mars, hevur Letitia James kravt, at hann fær dagbøtur á 10.000 dollarar, til skjølini eru útflýggjað.