Tað eydnaðist ikki republikanaranum Jim Jordan at fáa nóg nógvan stuðul at verða valdur sum formaður í Umboðsmannatinginum undir atkvøðugreiðslu í kvøld.
20 av floksfeløgum hansara vóru ímóti uppskotinum um at lata hann taka yvir eftir Kevin McCarthy, sum mátti frá sum formaður fyri tveimum vikum síðani eftir søguligt misálit.
Stuðlar hansara í flokkinum vænta, at hann – hóast mótstøðu frá øllum Demokratunum – fer at verða valdur fyrr ella seinni.
– Eg vil heita á fólk um ikki at gerast ovfarin, um tað skal atkvøðast einar tvær ferðir afturat, sigur floksfelagin Austin Scott við sjónvarpsstøðina Fox News.
– Allir formenn seinastu mongu árini hava havt nakrar í sínum egna flokki, sum ikki stuðlaðu teimum í fyrstu syftu, leggur hann afturat.
Jim Jordan er á høgraveinginum í Republikanska flokkinum og hevur stuðul frá fyrrverandi forsetanum Donald Trump.
Síðani McCarty fór frá hevur Umboðsmannatingið ikki havt formann og harvið verið lamið.
Teir 435 limirnir kunnu ikki samtykkja lógir ella forða fyri at staturin aftur er hóttur av stongsli.
Tað var Matt Gaetz, floksfelagin hjá McCarthy, sum setti fram misálitið á 58 ára gamla McCarthy sum formann.
Gaetz og aðrir republikanarar á høgreveinginum eru ónøgdir við McCarty, sum fyri stuttum gjørdi eina avtalu við Demokratarnar um fyribils fíggjarætlan.
Demokratarnir hava skotið upp floksleiðara sín, Hakeem Jeffries, sum nýggjan formann.
Allir 212 demokratisku limirnir í Umboðsmannatinginum atkvøddu fyri Jeffries.
/ritzau/AFP











