Trump stríðist fyri at fáa Johnson valdan í valdsmikið embæti

Republikanski Mike Johnson tykist ikki at kunna savna meiriluta aftanfyri seg í fyrsta atkvøðuumfari.

Republikanskir limir í Umboðsmannatinginum klappa fyri Mike Johnson, sum stillar upp til afturval sum formaður í tingsalinum. Hann sæst í forgrundini í reyðum slipsi. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Nývalda amerikanska kongressin varð kallað saman í dag fyri fyrstu ferð síðani valið í november.

Annað kamarið, Umboðsmannatingið, fór undir at velja formann stutt fyri klokkan 19 danska tíð.

Sitandi formaðurin, Mike Johnson, kann ikki vera vísur í at verða afturvaldur.

Fleiri av hansara egnu flokslimum hava undan atkvøðugreiðsluni sagt, at teir vilja ikki stuðla honum. Men síðani mikukvøldið er flokkurin ikki komin við mótvalevni.

Lunkaði stuðulin til Johnson hevur fingið komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, at stríðast fyri at tryggja, at hann fær nóg nógvar atkvøður.

Republikanararnir hava smalan meiriluta í Umboðsmannatinginum við 219 sessum móti teimum 215 hjá demokratunum. Tað merkir, at Mike Johnson ikki hevur ráð at missa undirtøku frá fleiri enn nøkrum fáum av sínum egnu flokslimum.

Klokkan 18:30 okkara tíð hava tríggir republikanarar atkvøtt ímóti Johnson.

Roknað verður við, at allir 215 demokratisku tinglimirnir fara at atkvøða fyri sínum egna leiðara, Hakeem Jeffries.

Men atkvøðugreiðslan er framvegis í gongd, og so leingi hon er, hava tinglimir møguleika at broyta atkvøðu ella greiða atkvøðu, um teir í fyrsta umfari hildu seg burtur.

Endaliga úrslitið er tí enn ókent.

Mike Johnson hevur sagt, at um hann ikki fær neyðugu undirtøkuna í fyrsta atkvøðuumfari, so stillar hann uppaftur í øðrum umfari.

At velja nýggjan formann kann vera ein drúgv tilgongd. Áður hevur verið neyðugt við fleiri atkvøðuumførum.

Í 2023 gingu tilsamans 15 atkvøðuumfør yvir fýra dagar, áðrenn Kevin McCarthy varð valdur til formann í Umboðsmannatinginum.

Tað er triðja valdsmiklasta støðan í amerikanskum politikki eftir forsetan og varaforsetan.

 

Ritzau/Reuters

 

Republikanskir limir í Umboðsmannatinginum klappa fyri Mike Johnson, sum stillar upp til afturval sum formaður í tingsalinum. Hann sæst í forgrundini í reyðum slipsi. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix