"Stóra bylgjan" er framvegis á veg í amerikansku álopunum á Iran.
Soleiðis var boðskapurin frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í dag í samrøðu við amerikanska miðilin CNN.
– Vit eru ikki so mikið sum byrjaðir at sláa teir hart. Stóra bylgjan er ikki komin. Tann stóra kemur skjótt, segði hann í samrøðuni.
Forsetin legði eisini afturat, at hann ikki sær, at stríðið heldur fram "ov leingi".
– Eg helt altíð, at tað fóru at vera fýra vikur. Og vit eru eitt sindur frammanfyri okkara ætlanir, sigur hann við CNN.
Spurdur um framtíðarleiðsluna í Iran, segði Trump, at hann veit ikki, hvør stýrir Iran beint nú, ella hvør verður valdur at stýra landinum seinni.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, segði fyrr í dag, at álopini á Iran snúgva seg um at oyðileggja rakettir og herflotan hjá Iran og at syrgja fyri, at Iran ikki fær kjarnorkuvápn.
Tey snúgva seg ikki um at byggja upp fólkaræði - og Iran er "ikki Irak", segði Hegseth.
Í samrøðuni við CNN verður Trump eisini spurdur, um USA ger meira enn hernaðarálopið fyri at hjálpa iranska fólkinum at fáa tamarhald á landi sínum aftur.
– Ja, svarar Trump og leggur afturat:
– Tað gera vit heilt sikkurt. Men beint nú vilja vit hava øll at halda seg inni. Tað er ikki trygt har úti.
USA og Ísrael lupu á Iran leygardagin, og seinni varð staðfest, at ovasti iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, var dripin.
Fleiri aðrir iranskir topppersónar sigast eisini at vera dripnir.
Síðani hava álopini hildið fram í Iran, samstundis sum Iran eisini hevur lopið á hin vegin móti Ísrael, Golflondum og amerikanskum støðum.
Í minsta lagi 555 fólk eru dripin í Iran, síðan USA og Ísrael byrjaðu álop á landið. Tað boðaði iranski Reyði Hálvmáni frá í morgun, sambært tíðindastovuni AFP.
Reyði Hálvmáni er systurfelagsskapur hjá Reyða Krossi.
Tølini vórðu ikki váttað av øðrum keldum.
/Ritzau/











