Trump sinnaður at fara úr Hvítu húsunum

Sigur seg kortini ikki hava tapt valið

Hóast Donald Trump, forseti, framvegis noktar at viðganga, at hann hevur tapt amerikanska forsetavalið, so hevur hann hóast alt gjørt greitt, at hann er sinnaður at fara úr Hvítu húsunum, um valmenninir peika á Joe Biden sum komandi forseta í USA.

Stórt stríð hevur tikið seg upp í USA, síðan tað gjørdist greitt, at Joe Biden gjørdist vinnari á forsetavalinum, og Donald Trump hevur tvíhildið um, at talan er um valsvik. Trump hevur ikki svarað spurningum frá miðlunum síðan 3. november fyrr enn í gjár, sigur BBC.

Støðan hevur verið spent seinastu vikurnar. Tað var ikki fyrr enn í farnu viku, at Trump umsitingin gjørdi av at fara undir við  veita fígging til Biden, sum skal nýtast til at fyrireika komandi umsitingina, og undan hesum hevði Biden legan verið noydd at fara undir hópfígging fyri at fáa neyðuga peningin til vega at fyrireika seg til at taka við valdinum.

Í løtuni hevur Biden 306 valmenn móti 232 hjá Trump, og sum kunnugt er neyðugt at hava 270 valmenn fyri at vinna forsetavalið.

Eftir ætlan skulu valmenninir hittast 14. desember at formalisera úrslitið, og Joe Biden skal síðan takast í eið sum forseti 20. januar.