Republikanska forsetavalevnið í USA, Donald Trump, heldur, at Kamala Harris, sum er valevni hjá Demokratunum, verður lættari at vinna á, enn núverandi forsetanum, Joe Biden.
Tað segði hann leygarkvøldið á einum veljarafundi í Wilkes-Barre í útnyrðingspartinum av statinum Pennsylvania.
Fleiri meiningarkanningar hava seinastu tíðina víst á, at Harris so smátt fer at ganga á odda fram um Trump.
Amerikanska fólkið skal velja ein av teimum báðum sum næsta forseta í landinum, tá tey fara á val 5. november.
- Eg haldi, at hon (Kamala Harris, red.) verður lættari at sláa enn hann (Joe Biden, red.), sigur Trump.
Hann lýsti í somu syftu Harris sum "víðgongda" og ein "vitloysing".
Sambært amerikanska AP skuldi Trump í røðuni seta fokus á sín búskaparpolitikk - tó endaði fyrrverandi forsetin við at seta fokus á kappingarneytan.
Millum annað segði hann tvær ferðir, at hann sær betri út enn Harris, sum er varaforseti í landinum.
/ritzau/











