Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt ákæran Geoffrey Berman úr starvi. Hann fer úr starvinum við tað sama eftir kravi frá løgmálaráðharranum William Bar.
Tá fyrrverandi advokaturin hjá Donaldi Trump, Michael Cohen, varð kannaður av ákæruvaldinum, hevði Berman ein týðandi leiklut. Michael Cohen varð dømdur og fekk fongsulsrevsing.
Geoffrey Berman hevur eisni kannað ráðgevan og advokatin hjá Donaldi Trump, Rudy Giuliani, sum royndi at fáa ukreinskar myndugleikar at kanna Joe Biden og sonin Hunter fyri mutur.
Geoffrey Berman sýtti í gjár fyri at leggja frá sær, til nýggjur ákæri varð tilnevndur av forsetanum og góðkendur av senatinum. Men í dag legði hann tó frá sær kortini. Demokratarnir hava funnist at avgerðini, tí teir stúra fyri, at tað verður lagt upp í rættarskipanini av politikarum.











