Trump sett forboð móti Huawei

Við einum pennastroki er Huawei ólógligt

Mánadagin skrivaði amerikanski forsetin Donald Trump undir eina nýggja lóg, sum skal forða fyritøkum sum Huawei og ZTE at selja tøkni til USA. Júst hesar báðar kinesisku fyritøkur eru nevndar í lógini, saman við fleiri øðrum fyritøkum, sum nú ikki eru ynsktar ella loyvdar á amerikanska marknaðinum.

 

Tað hava leingi verið forðingar hjá kinesisku fyritøkunum í at selja útgerð til myndugleikarnar í USA, tí illgruni hevur verið um dult eftirlit frá kinesisku stjórnini. Men við nýggju lógini verður størri dentur lagdur á at halda fyritøkunum úti. 

 

Framyvir ber sambært lógini ikki til at nýta útgerð frá fyritøkunum, sum eru nevndar í lógini, um ein skal vera partur av samskiftinum hjá landinum. Lógin fær eisini avleiðingar fyri tær mongu fyritøkurnar, sum handla við USA. Tær mugu heldur ikki hava við kinesisku fyritøkurnar at gera. Um ein longu hevur útgerð frá Huawei, skal tað burturbeinast. Stjórnin í USA hevur sett pening av til at hjálpa við hesum broytingum. 

 

Meðan stórveldi sum USA og eitt nú Kanada og Avstralia eru farin at gera vart við seg, so er støðan ein heilt onnur í Føroyum, her almenna telefyritøkan Føroya Tele og privati kappingarneytin Vodafone bæði hava eitt tætt samstarv við kinesiska tøknirisan. Og meðan Avstralia og Kanada meta, at tað er best fyri landsins trygd, at kinverjar ikki sleppa at eiga eina hond í menningini av landsins neti, so er Huawei veitari til netið hjá bæði Vodafone og Føroya Tele.

 

Ritzau