Ætlanirnar hjá Donald Trump um at burturvísa nógvar ólógligar tilflytarar úr USA tykjast hava møtt eini avbjóðing.
Suðuramerikanska landið Kolumbia noktaði í gjár tveimum amerikonskum hernaðarflogførum við tilflytarum umborð at lenda. Ein avgerð, sum fer at hava avleiðingar sum ein rúgva av revsitiltøkum frá USA.
Á sínum sosiala miðli, Truth Social, skrivar Trump forseti, at 25 prosent tollur verður lagdur á allar vørur úr Kolumbia. Tað verður hækkað til 50 prosent um eina viku.
Samstundis eru nøkur revsitiltøk og innferðarbann sett í gildi. Tey verða av Trump lýst sum "hevndartiltøk".
- Hesi tiltøkini eru bara byrjanin. - Vit fara ikki at loyva kolumbisku stjórnini at ikki at halda sínar skyldur at taka ímóti heimsendum brotsmonnum, sum teir hava noytt inn í USA, skrivar Trump.
Stutt eftir skrivaði forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro, á sosiala miðlinum X, at hann hevði biðið handilsráðharra sín um at hækka tollin á vørum úr USA til 25 prosent. Tað siga fleiri miðlar, eitt nú AFP og Reuters.
Undir valstríðnum í heyst lovaði Trump at fremja hópflutning av tilflytarum, sum eru í landinum ólógliga.
Nógv teirra fluttu úr Meksiko. Tað eru bæði eitt stórt tal av meksikanarum og fólki, sum hava ferðast úr suðuramerikanskum londum sum t.d. Kolumbia.
Frá kolumbiskari síðu verður sagt, at tey fara at taka ímóti heimfluttum tilflytarum við opnum ørmum, um teir koma við vinnuligum flogfari. Tað snýr seg um at viðfara tey við virðing, segði forsetin í Kolumbia fyrr í gjár.
– USA kann ikki viðgera kolumbiskar tilflytarar sum brotsmenn, skrivar Gustavo Petro, forseti, á sosiala miðlapallinum X, sambært Reuters.
Forsetin legði afturat í hesum sambandi, at tað eru yvir 15.000 amerikanarar, sum búgva í Kolumbia uttan at hava pappírini í ordan.
Áður hevur Meksiko noktað at taka ímóti útvístum meksikanarum, sum verða sendir heimaftur við hernaðarflogførum.
Eisini í Brasil er ónøgd við politikkin hjá Trump á hesum økinum. Uttanríkisráðið í landinum fordømdi sunnudagin at tilflytarar vórðu lagdir í hornjørn á einum vinnuligum flogfari, sum skuldi føra teir til Brasil.
/Ritzau/