Trump og Kim leita eftir nýggjum staði at hittast

Donald Trump, forseti í USA váttar sambært Ritzau, at tað nú verður samráðst um, hvar hann og leiðari í Norðurkorea kunnu hittast fyri aðru ferð. Trump hevði ein nógv umrøddan fund við Kim Jung-un í Singapore í juni í fjør. Hann sigur nú, at hann fyrr í vikuni fekk eitt "stórsligið bræv" frá norðurkoreanska leiðaranum. 

 

- Vit samráðast um eitt stað at hittast, segði Trump á veg umborð á eina tyrlu. - Tað verður almannakunngjørt um stutta tíð. Tey hava eitt ynski um at hittast, og vit ynskja at hittast. So fáa vit at síggja, hvat hendir, segði Donald Trump. 

 

- Vit hava eitt gott samskifti við Norðurkorea, segði Donald Trump og legði aftrat, at hann "óbeinleiðis hevur tosað" við Kim Jung-un. 

 

Seinasta brævið frá Kim Jung-un til Hvítu Húsini í USA komu, eftir at norðurkoranski leiðarin í nýggjársrøðu síni ávaraði um, at hansara stjórn kann broyta hugsan um samráðingarnar við USA, um amerikanarar halda fast í sínum sanktiónum móti Norðurkorea. 

 

Trump segði í dag, at sanktiónirnar verða verandi við fullari styrki, inntil USA sær jalig úrslit. USA og Norðurkorea hava síðani Koreakríggið frá 1950 til 1953 verið mótstandarar. Eitt nú er eingin formlig avtala nakrantíð gjørd um at enda kríggið. 

 

 

/ritzau/