USA er á odda á handilsøkinum, legði amerikanski forsetin Donald Trump dent á á toppfundi í samstarvsfelagsskapinum fyri londini við Kyrrahavið og Asia (Apec) í dag.
Trump vil ikki longur loyva, at »onnur gera sær dælt av USA« á handilsøkinum.
– Vit góðtaka ikki longur hesa áhaldandi handilsmisnýtsluna, og vit vilja ikki góðtaka tað, segði hann á fundinum í Vietnam.
Handilsavtalur skulu vera rótfestar í prinsippum fyri rættvísi og sínámillumgagni, heldur forseting.
USA hevur lækka handilsforðingarnar, segði hann, meðan onnur lond ikki á sama hátt hava givið amerikanarunum atgongd til teirra marknaðir.
/ritzau/AP