Donald Trump sigur, at USA skjótt kann fáa eina avtalu í lag við Kuba - ella tað verður ein annar háttur, sum USA fer at brúka móti landinum.
- Vit tosa við Kuba, men vit fara at gera okkum liðug við Iran fyrst, sigur amerikanski forsetin sambært tíðindastovuni, NTB.
Hann vísir á, at USA er í samband við Iran, men hann ivast í, um Teheran enn er til reiðar til veruligar samráðingar.
Donald Trump fór ikki í smálutir um stríðið í Miðeystri, sum hevur ført til umfatandi globalar ringvirkningar við eitt nú dýrari olju og gassi.











