Trump kærir dóm um kynsligan ágang

NEW YORK CITY: Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur í gjár kært dómin hann fekk fyri kynsligan ágang og ærumeiðing ímóti rithøvundanum E. Jean Carroll.

Týsdagin varð Donald Trump dømdur fyri kynsligan ágang og at rinda E. Jean Carroll 34 milliónir krónur í endurgjaldi. Brendan Mcdermid/Reuters/Ritzau Scanpix

E. Jean Carrol hevði lagt sak ímóti fyrrverandi forsetanum, sum hon leggur undir at hava neyðtikið seg í 1995 ella 1996 og síðani at hava ærumett seg við at nokta, at tað var hent.

 

Ein dómstólur gjørdi týsdagin av, at Donald Trump skal rinda henni tilsamans fimm milliónir dollarar í endurgjaldi. Tað svarar til 34 milliónir krónur.

 

76 ára gamli Trump var forseti í USA frá 2017 til 2021 og er júst nú á odda í stríðnum at gerast valevni hjá republikanska flokkinum til forsetavalið næsta ár, sigur, at Carroll hevur funnið upp á skuldsetingarnar um neyðtøku.

 

/ritzau/Reuters

 

Týsdagin varð Donald Trump dømdur fyri kynsligan ágang og at rinda E. Jean Carroll 34 milliónir krónur í endurgjaldi. Brendan Mcdermid/Reuters/Ritzau Scanpix