Trump hóttir við at senda inn herin

Donald Trump, forseti, hóttir nú við at senda hernaðarstyrkir inn í teir amerikansku býirnar, ið ikki megna at fáa bilbukt við ófriðin, ið hevur verið seinastu vikuna.

Ófriðurin kemur í kjalarvørrinum av, at løgreglan fór rættiliga harðliga til verka undir handtøkuni av George Floyd, einum myrkum amerikanara, í býnum Minneapolis í farnu viku. Fýra løgreglumenn handtóku Floyd, og meðan Floyd lá á vegnum, hevði ein løgreglumaður knæið á nakka hansara í heili níggju minuttir, meðan Floyd gramdi seg um, at hann fekk ikki andað. Úrslitið varð, at Floyd doyði.

Tað, sum byrjaði sum mótmæli um alt Minnesota, hevur síðani broytt seg til ófrið, ið síðani eisini hevur spjatt seg til fleiri stórbýir í USA.

Eisini í Washington DC hevur ófriðurin verið at merkt, og á upptøkum uttan fyri Hvítu húsini í gjár hoyrdist brestir frá skelkigranatum og táragassi í bakgrundini.

Uttan fyri Hvítu húsini gjørdi Donald Trump greitt, at nógvi ófriðurin kundi ikki góðtakast, og at ófriðurin í roynd og veru var eitt úrslit av arbeiðinum hjá "professionellum anarkistum", sum hann tók til, og sipaði til víðgongda Antifa bólkin, ið hevur verið at sæð í ófriðinum. Sunnudagin gjørdi Donald Trump greitt, at hann hevði í hyggjuni at leggja Antifa aftrat listanum yvir yvirgangsfelagsskapir í USA.

– Um ein býur ella statur ikki vil taka tey stigini, so sendi eg herin hjá USA og loysi trupulleikan fyri tey, segði Trump.

Derek Chauvin, ið var løgreglumaðurin, ið hevði knæið á George Floyd, er vorðin ákærdur fyri morð. Hinir tríggir løgreglumenninir, ið vóru til staðar, eru allir uppsagdir.