Trump fer at taka USA úr alheims veðurlagsavtaluni

Donald Trump fer at taka USA úr París-avtaluni, boðaðu Hvítu Húsini frá, tá hann varð settur í starv.

Nývaldi forsetin, Donald Trump, fer at taka USA úr París-avtaluni frá 2015, eins og hann gjørdi í sínum fyrra valskeiði.

Tað stendur í einum skjali úr Hvítu Húsunum, sum er almannakunngjørt í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

Veðurlagsavtalan varð undirskrivað á veðurlagstoppfundinum hjá ST í París í 2015 og hevur síðani verið ein vegleiðing hjá heimsins londum í sambandi við veðurlagsbroytingar.

Endamálið við avtaluni er at avmarka alheims hitavøksturin hesa øldina til væl undir 2 stig og at royna at halda hitavøkstrinum til ikki meira enn 1,5 stig.

Økingin skal síggjast í mun til hitan undan ídnaðargerðini, tá lond kring heimin fóru undir at brenna kol og olju og harvið útláta stórar nøgdir av CO2, sum hevur verið viðvirkandi til hitavøksturin.

Trump tók USA úr avtaluni í 2017, og eftir hetta fóru amerikanarar aftur í avtaluna undir forsetanum Joe Biden.

 

/Ritzau/